Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
8. september 2023
Útgongur
25. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir  at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So hevur  møguleikan nú!

Í sambýlinum í Bøgøtu búgva seks sera ymisk fólk, sum hava tað í felag, at tey hava fingið staðfest eina demenssjúku. Teimum tørva starvsfólk, sum eru áhugað í og hava evni til at skipa ein góðan og tryggan karm um gerandisdagin.

Til hetta krevjast persónligir eginleikar og fakligir førleikar, sum gera teg føran fyri at taka støði í tørvi og ynskjum hin einstaka. Ein persónmiðsavnandi og sosialnámsfrøðilig tilgongd, ið stuðlar undir lívsgóðsku og samleikan hjá búfólkunum, har avvarðandi eru ein týðandi partur.

Í Sambýlinum í Bøgøtu leggja vit stóran dent á eitt positivt umhvørvi, har tað áhaldandi verður arbeitt við fakligari og persónligari menning.

Vit sóknast eftir  eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi frá 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrøkurin er 0,7, men møguleiki er fyri at broyta starvsbrøkin.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst, at tú hevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Somuleiðis vænta vit, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvið tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Um eingin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta starvsfólk við aðrari heilsufakligari útbúgving.

Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring, nógvum fakligum avbjóðingum og eldhugaðum starvsfeløgum.

Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR, KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt W. Djurhuus, deildarleiðara, á tel. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 25. september 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið