Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
4. august 2023
Útgongur
21. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst til setan 01.10.23. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.

Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk við 22 seingjarplássum, har tikið verður ímóti akuttum og
planløgdum sjúklingum. Dagskurður og viðrakning er á deildini.

Arbeiðið verður í stóran mun gjørt eftir rehabiliterandi tankagongd.

Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
• áhugi/royndir innan rehabilitering kann vera ein fyrimunur
• góð tvørfaklig samstarvsevni
• góðan telduførleika
• kunna undirvísa og miðla vitan, skrivliga eins væl sum munnliga, til starvsfelagar, sjúklingar,
avvarðandi og aðrar samstarvspartar.
• hava vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.

Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu og upplæring
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• dynamiskt og fjøllbroytt arbeiðsumhvørvi, við nógvum spennandi avbjóðingum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Ingrid Petersen, deildarleiðara á telefon 40 45 50 ella við teldupost ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er mándagin 21. august 2023.

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir, at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið