Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
2. oktober 2024
Útgongur
18. oktober 2024
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til seingjardeildina. Talan er um starv sum
barnsburðaravloysari á lønarbrøk 0,7 frá 01.12.24 til 31.12.25.

Starvast verður í skiftandi vaktum.

Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurður og viðrakning.
Á seingjardeildini hava vit visjónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til
sjúklingarnar og avvarðandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagond, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað í øllum toymum verður veittur ein tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagond.

Vit kunnu bjóða:

  • eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
  • upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu førleikum og royndum
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar, við góðum sosialum samanhaldi
  • vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða
    sjúklingagongd

Førleikar:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • royndir frá skurð- og medisinskari deild kann verða ein fyrimunur
  • dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • fakligan áhuga innan endurvenjing
  • eitt opið og jaligt sinni
  • góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Ingrid Petersen, tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 18.10.2024

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og
Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið