Útgivið
3. august 2022
Útgongur
2. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Skurðambulatoriið. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 til setan 01.10.2022 ella eftir avtalu.

Skurðambulatoriið B3
Skurðambulatoriið húsast á 3. hædd í B bygninginum og her arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og yvirlæknar innan sergreinarnar; gynekologi, ortopedi, parenkym, urologi og mammae. Eisini virkar deildin, sum lærudeild fyri yngri læknar og sjúkrarøktarfrøðilesandi undir útbúgving.

Arbeiðið á Skurðambulatoriinum B3 fevnir um forkanningar, eftirkanningar, diagnostisering, viðgerðir, skaðaambulatoriið og journalupptøkur. Vit leggja stóran dent á at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi við kunning, vegleiðing og upplæran, so sjúklingurin fær og tekur ábyrgd fyri egnari heilsu.

Ambulantir sjúklingar koma til kanningar og viðgerð í vanligari dagtíð. Hetta eru sjúklingar, sum koma til forkanning og eftirviðgerð aftaná innleggjan, og eru hesir beinleiðis ávístir frá kommunulækna ella øðrum serlækna/yvirlækna.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðøkið, serliga ortopedi og sár
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Teldukunnleika
  • Góðan førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Mildrid Rasmusdóttir, varaleiðara, tlf. 304500, lokal 5400 ella t-post karra@ls.fo, ella Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523 ella t-post elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 31.08.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið