Lýsing
Skurðgongin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur eitt barnsburðaravloysarastarv leyst at søkja, frá 01.02.24 til 31.08.25 ella eftir nærri av talu. Starvsbrøkur 1,0.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiði, har arbeiðsgleði, engagement, førleikar og fleksibilitetur tryggja eina góða sjúklingagongd, við høgari dygd og yrkisføri.
Vit raðfesta, at tú fært upplæring út frá tí fakliga støðinum og royndum sum tú megnar.
Starvið umfatar arbeiði á skurðgongini og vaktir heimanífrá frá 16.00 – 08.00 og døgnvaktir í vikuskiftum.
- Flestu av skurðviðgerðunum eru elektivar, innan sergreinarnar parenkymkirurgi, ortopedkirurgi og urologi. Harumframt gera vit endoskopiskar kanningar.
Vasking, pakking og sterilisering av instrumentum verður eisini gjørt av sjúkrarøktarfrøðingunum á deildini.
Til deildina er knýtt skaðastova, ortopedkirurgisk ambulatorium, skurðambulatorium, hjálparlækna ambulatorium, urologisk ambulatorium og ESWL (steinknúsing).
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt avbjóðandi og fjøltáttað arbeiði
- Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu førleikum og royndum
- Vit hava fokus á toymisarbeiði og ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar bæði trivnaðin og góðu
sjúklingagongdina.
Vit ynskja ein starvsfelaga sum:
- Hevur royndir innan økið, ella ynskir at byrja eina nýggja yrkisleið á hesum øki
- Hevur hollar kliniskar royndir
- Megnar ein dag, har nógv er at gera
- Er ein góður starvsfelagi og kann geva íkast til góðan arbeiðsfelagsskap
- Dugir at arbeiða í toymi, tá ið vit hava tætt samstarv við læknaskrivarar, anæstesi
sjúkrarøktarfrøðingar, radiografar, sjúkraflutningstænastuna, seingjardeildina og serlæknar við
ymiskum sergreinum.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Anna Maria Dahl, tlf. 40 45 09, teldupost: annam@ks.fo ella Súsanna Olsen, varastjóra, tlf. 220366, teldupost susanna@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er 07. januar 2024.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar