Landssjúkrahúsið
Útgivið
21. marts 2023
Útgongur
3. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Steno Miðstøðin, ið er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 til setan 1. mai 2023, ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Sjálvstøðugar viðtalur
  • Geva viðgerðir
  • Samskipa viðgerðir og eftirkanningar
  • Kunnu, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi
  • Undirvísa einstaklingum og bólkum
  • Seta fyribyrgjandi átøk í verk
  • Miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og samstarvsfelagar

Partur av starvinum er útgangandi funktión, har sjúkrarøktarfrøðingur á Steno Miðstøðini vitjar deildirnar og hevur viðtalur við innlagdar sjúklingar við diabetes.

Krøv til umsøkjaran:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir
  • Góður telduførleiki
  • Vilji og evni at nýta refleksjón sum arbeiðsamboð
  • Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
  • Faklig vitan innan økið og kliniskar royndir við medisinskari sjúkrarøkt eru ein fyrimunur.

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Virknar og skikkaðar starvsfelagar
  • Tætt tvørfakligt samstarv

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Setanarøkið er Landssjúkrahúsið, Medisinski depilin, og Steno Miðstøðin heldur til í Útistovu á Medisinska ambulatoriinum.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Johannu Andreasen ella Evu H. Holm, funktiónsleiðarar, til hmrtlf. 304500 lokal 6251 ella 6250, ella við at skriva til johad@ls.fo ella evamo@ls.fo.

Vinarliga søk starvið HER.

Umsóknarfreistin er tann 3. apríl 2023, ella eftir nærri avtalu.

Steno Miðstøðin, sum byrjaði 1. januar 2023, virkar fyri at tryggja borgarum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum bestu viðgerðina, ið byggir á gransking, tvørgeira samstarv og støðug betranarátøk. Steno Miðstøðini verður rikin av Sjúkrahúsverkinum, og verður arbeiðið lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið