Tórshavnar kommuna
Lýsing
Strandarlon á Boðanesheiminum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.
Um deildina
Strandarlon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Trivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum.
Á Strandarlon miða vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag.
Málið er at búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast og hava tað gott.