Lýsing
Søkt verður eftir sjukrarøktarfrøðingi, at byrja 1. januar 2026 til 31.mars 2027.Talan er um eitt avloysara starv á 32 tímar um vikuna.
Um Svøvnkøvu ambulatoriið:
Svøvnkøvu ambulatoriið hevur ta góðu sjúklingagongdina og tað góða tvørfakliga samstarvið í miðdeplinum. Vit hava landsdekkandi funktión. Vit hava opið mánadag- hósdag 8-16, tað starvast tveir sjúkrarøktarfrøðingar og lækni, sum er staðsettur á Vejle sjúkrahúsið, men arbeiðir fyri okkum, hvønn hósdag.
Í svøvnkøvu bjóða vit útreiðan og uppfylgjan av sjúklingum sum eru í viðgerð.
Sum sjúkrarøktarfrøðingur í svøvnkøvu kemur tú at hava eitt áhugavert starv, har tú arbeiðir sera sjálvstøðugt. Í dagliga arbeiðnum hevur tú samstarv við hin sjúkrarøktarfrøðingin, læknaskrivara og læknar.
Vit vænta av tær, at tú ert íðin, nærløgd/lagdur, hevur góð samstarvsevni og hevur hegni at samskifta og motivera. Tú megnar at skapa mennandi og jaligar arbeiðsumstøður.