Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
19. juni 2025
Útgongur
3. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja frá 1. juli 2025 ella eftir nærri avtalu á setanarbroti 0,675. Arbeiðið fevnir um dagvaktir og annað hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri hægri starvsbroti, um arbeitt verður í vaktum.

Uppistova er karmur um bústað hjá 14 búfólkum.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum eina dygdargóða sjúkrarøkt á fakligum høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hins einstaka.

Á Uppistovu arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingeringfólk. Dentur verður lagdur á gott samstarv og trivnað.

Uppistova hevur tilknýti til fastan kommunulækna, ið regluliga kemur stovugongd, og verður tú ein partur av hesum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið, men eru ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvi tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan øki, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við telduposti til alisaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja frá 1. juli 2025 ella eftir nærri avtalu á setanarbroti 0,675. Arbeiðið fevnir um dagvaktir og annað hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri hægri starvsbroti, um arbeitt verður í vaktum.

Uppistova er karmur um bústað hjá 14 búfólkum.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum eina dygdargóða sjúkrarøkt á fakligum høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hins einstaka.

Á Uppistovu arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingeringfólk. Dentur verður lagdur á gott samstarv og trivnað.

Uppistova hevur tilknýti til fastan kommunulækna,  regluliga kemur stovugongd, og verður  ein partur av hesum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har  fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið, men eru ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera fyrimunir.

Vit vænta, at  leggur orku í at tryggja gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvi tvørtur um fak og eindir, har  lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og  fært  møguleika fyri at førleikamenna teg innan øki,  eru viðkomandi fyri starvið.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum  kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við telduposti til alisaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 2. juli 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið