SP/F Sport 24 Føroyar
Útgivið
16. september 2024
Útgongur
29. september 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú royndir innan sølu? So er hetta møguliga eitt starv fyri teg.

SPORT 24 á Tvøroyri sóknast eftir einum ábyrgdarfullum sølufólki, sum megnar at samskipa søluna til ítróttarfeløgini í oynni. Eisini verður tú ein partur av dagliga toyminum í handlinum á Tvøroyri.

Arbeiðsuppgávur, arbeiðstíð og starvsbyrjan
Tað hevur týdning, at tú megnar at arbeiða í skiftandi umstøðum og arbeiðstíðum - at tú ert lagalig/ur. Umframt at tú dugur at starvast sjálvstøðugt og í toymi.

Arbeiðstíðirnar verða uml. 10 tímar til feløg og uml. 25 tímar til handilin um vikuna. Men hetta verður tillaga eftir árstíðini. Tín høvuðsábyrgd er ítróttarfeløg, og væntast kann, at onkur vika verður meira enn 35 tímar.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

Førleikakrøv

  • Tað hevur alstóran týdning, at tú ert skipað/ur, dugur væl at samskifta og tekur ábyrgd
  • Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan sølu
  • Tú dugur at samskipa arbeiði sjálv/ur viðvíkjandi ítróttarfeløgum, og at skapa gott samstarv
  • Eisini er alt avgerðandi við góðum samstarvi við nærmasta leiðara - og starvsfelagaðar nær og fjar.
  • Tú ert sjálvandi ein, ið er fyrikomandi og álítandi
  • Nærlagni, ágrýtni og ábyrgd eru lyklaorð í starvinum. Og sjálvandi kundatænasta.

Umsókn
Umsókn, lívsrendsl og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til asa@sport24.fo

Umsóknarfreistin er 29. september 2024 á midnátt. Vit mæla til, at tú skrivar onkra tilvísing í lívsrendslið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á tlf. 257786 (gerandisdagar millum kl. 10 – 15).

Vit gleða okkum at frætta.

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

18. september 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
18. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið