Hiddenfjord
Útgivið
15. juli 2024
Útgongur
5. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og nærløgdum talgranskara til okkara virksemi.
Sum talgranskari hjá okkum hevur tú eitt áhugavert starv í eini livandi og framsøknari alifyritøku, har tú fert at vera við til at menna alingina í øllum liðum í okkara framleiðslu bæði á smoltstøðini, á sjónum og á góðskingarvirkinum.
Sum talgranskari hevur tú stóra ábyrgd av at greina dátur og finna samanhang í okkara framleiðslu soleiðis, at avgerðir verða tiknar á best møguligum grundarlagi. Harafturat er talan um eitt skapandi starv í eini fyritøku, sum sær stórt virði í nýhugsan.
Tú verður partur av menningartoyminum hjá Hiddenfjord.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um at skipa og at vera ein virkin partur í hesum uppgávum:

  • At savna dátur á smoltstøðini, á sjónum og á góðskingarvirkinum.
  • At greina dáturnar og finna samanhang, og á tann hátt vera við til at vit menna okkara framleiðslu og úrslit.
  • At vera partur av ymiskum verkætlanum og menningararbeiði.

Vit vænta, at tú hevur

  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa arbeiðsuppgávur
  • áhuga fyri lívfrøði og aling
  • hollan kunnleika at forrita
  • viðkomandi útbúgving so sum dataanalytikari, dataverkfrøðingur ella líknandi

Sum talgranskari vísir tú til alileiðaran. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð.

Løn og setanarviðurskifti 
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Atlason, alileiðara, á telefon 288712.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 5.august 2024.
Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið