Lýsing
Hevur tú áhuga í at vera partur av einum framúr toymi, ið arbeiðir við heilsutøkni og trygdarumhvørvum, og hevur tú evnini at reka og menna skipanir? So er hetta rætta starvið til tín!
Vit leita eftir einum fakliga dugnaligum og ágrýtnum skipanarumsitara til sum kemur at verða ein týðandi partur av okkara KT-toymi. Toymið tekur sær av rakstri og menning av okkara kjarnuskipanum, har heilsuskipanir sum Cosmic, VM Ware, Windows Server, Linux og aðrar skipanir eru í fokus.
Tínar høvuðsuppgávur:
- Umsiting og rakstur av heilsuskipanum og kjarnuinfrastrukturum.
- Konfigurering, viðlíkahald og feilfinning av skipanum.
- Dagføringar og integratión millum skipanir.
- Skjalafesting av mannagongdum og útvegan av greiningararbeiði.
- Stuðul til "1st level support" og samskifti við tænastuveitarar.
- Verkætlanarluttøka í sambandi við nýggjar tænastur.
Vit ímynda okkum, at tú hevur:
- Viðkomandi útbúgving innan KT, t.d. teldufrøði ella líknandi, ella drúgvar starvsroyndir innan KT-rakstur.
- Góð evni at arbeiða við skipanum sum SQL, Linux, og netverki.
- Royndir við heilsuskipanum sum Cosmic eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
- Dugni til at arbeiða sjálvstøðugt, og góð samstarvsevni.
- Áhuga fyri nýggjari tøkni og menning innan KT-økið.
Vit bjóða tær:
- Eitt mennandi starvsumhvørvi við góðum samstarvandi starvsfeløgum.
- Kappingarføra løn sambært galdandi sáttmálum.
- Møguleika fyri førleikamenning og fakligari menning.
- Eitt arbeiðspláss, har trivnaður og samstarv verða sett í hásæti.
Starvið verður sett 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu. Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, tlf. 234689.
Vinarliga søk starvið her.
Umsóknarfreistin er 13.01.2025.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.