Lýsing
Strandferðslan søkir eftir álítandi persóni, til spennandi starv sum skipari til Ternuni. Talan er um fast, fulltíðarstarv.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Ternuni.
Ternan røkir Nólsoyarleiðina, men avloysir um neyðugt á Kalsoyarleiðini og Hestleiðini. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð.
Skiparin er umboðsmaður reiðarísins umborð, við ábyrgdini at skipið siglir sambært galdandi reglum/lógum og sambært fyriskipanum og reglugerðum reiðarísins.
Í hesum sambandi útinna reiðarísins trygdarpolitikk, grundaðan á ISM-koduna (ISM = International Safety Management). Í hesum sambandi eggja yvirmonnum og manning at útinna trygdarpolitikkin sambært Mellora/HSEQ skipanini hjá SSL, og umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir, tryggja trygdina hjá ferðafólki og manning.
Við atliti til skipsins trygd/rakstur hevur skiparin ábyrgdina av:
- At tryggja dagliga raksturin umborð, og meta um arbeiðs- og venjingarstøðuna hjá manningini, fyri at viðkomandi kann røkja starv sítt umborð sambært SMS (Safety Management System)
- At skipið er mannað sambært manningarskjalinum og samsvarandi ferðafólkatalinum umborð ísmbv. manningarlógina.
- Samarbeiða við reiðaríið í samband við frítíðir og avloysarar og annað manningini viðvíkjandi.
- Í samarbeiði við skipsleiðsluna at gera uppskot til viðlíkahaldsarbeiði til dagliga viðlíkahaldi og dokking.
- Leypandi at menna og dagføra viðlíkahaldsskipanina Pre-Master.
- Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar í landinum.
Sum skipari vænta vit at tú hevur:
- Útbúgving sum skipsførari ella skipari
- Sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum STCW reg. II/2,3 as Master
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
- Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
- Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
- Skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2
- GOC in GMDSS STCW reg. IV/2
- Bátaførara
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur Crowd and Crisis management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3, grein 16 skeið og SSO.
Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master, Sharepoint og Mellora/HSEQ.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setan og løn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Umsóknarfreistin er 6. juli 2025. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til NIels J. Nielsen, rakstraleiðara, á tlf. +298 293041, ella við teldupost nin@ssl.fo.
Leinkja til starvslýsing sæst her: https://setan.ssl.fo/JobAd/Details/147
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni - ásett við lóg - er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.