UMHVØRVISSTOVAN
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
6. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum skógteknikari hjá Skógrøkt er leyst at søkja.

Um Skógrøkt
Skógrøkt røkir viðarlundir og mennir plantuvøkstur, sum gagnar føroyska samfelagnum. Vit savna vitan og ala fram trø og runnar, sum hóska til veðurlag og vakstrarumstøður annars í Føroyum. Vegleiðing til einstaklingar, stovnar og fyritøkur er týdningarmikil partur av arbeiðinum. Skógrøktin er deild undir Umhvørvisstovuni og er staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum.

Arbeiðsuppgávur
− at leggja ætlanir saman við leiðaranum fyri røkt av viðarlundum kring landið
− at samskifta við og vegleiða onnur, sum varða av viðarlundum og skógfriðaðum lendi
− at tryggja, at so nógv sum gjørligt av úrdráttum úr viðarlundunum kemur til høldar
Harafturat eru dagligu arbeiðsuppgávurnar m.a. planting, skráseting, tynning, felling, tilskering og
vørumenning av føroyskum viðarvøkstri.

Førleikar
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum skov- og naturtekniker, ella líknandi útbúgving
- ert fyrikomandi
- dugir at leggja arbeiðið til rættis
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og kann arbeiða saman við øðrum

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært Starvsfelagnum ella øðrum viðkomandi sáttmála. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 6. februar 2023.

Umsóknin skal merkjast “Skógteknikari til Skógrøkt” og skal sendast við telduposti til starv@us.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rakul Arnfríð Dam, deildarleiðara, tlf. 234363.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið