Lýsing
Søkt verður eftir skrivara til deildarskrivstovutoymið hjá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið fevnir millum annað um:
- Próvtøkufyrisiting
- Hølisumsiting
- Journalisering
- Viðlíkahald av heimasíðu
- At skriva fundarfrásagnir
Nógv samskifti er við lesandi, undirvísarar, granskarar og fyrisiting Setursins. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið í 4. lønarflokki.
Førleikar
Vit vænta at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir
- ert røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur evni at tillaga teg til skiftandi arbeiðsumstøður
- hevur jaligan hugburð og góð evni at samskifta og samstarva við onnur
- hevur kunnleika til vanlig telduforrit og journalskipan
- dugur væl at samskifta bæði skrivligt og munnligt á føroyskum, enskum og skandinaviskum
Umsóknin
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til umsokn@setur.fo við viðmerkingini “Skrivarastarv”. Umsóknarfreistin er 21.06.2022.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Judith Marjunardóttir Guttesen á teldupostadressu judithg@setur.fo við heitinum “Skrivarastarv” ella á tel. 292261. Nærri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo
Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.
Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.