Uttanríkis- og mentamálaráðið
Útgivið
27. december 2021
Útgongur
24. januar 2022
Staður
Postrúm 3279 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki at gerast fastur partur av føroyska starvsliðnum í London.

Starvið
Søkt verður eftir skrivara/fulltrúa á sendistovu Føroya til Bretlands (London) frá 1. mars 2021 at rokna. Sendistovan røkir føroysk áhugamál í Bretlandi og Írlandi. Skipanarliga er sendistovan og Uttanríkistænastan í Uttanríkis- og mentamálaráðnum ein og sami myndugleiki.

Uppgávur
Tann, ið sett/ur verður, verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á sendistovuni. Sendikvinnan leiðir sendistovuna og er diplomatiska umboð Føroya til Bretlands og Írlands. Umframt skrivaran/fulltrúan er viðhvørt ein starvslesandi knýttur at sendistovuni.

Skrivarin/fulltrúin tekur sær av umsitingarligu uppgávunum á sendistovuni so sum roknskap, skjalhald og annan dagligan rakstur, umframt praktiska samskipan av tiltøkum og vitjanum. Talan er eisini um luttøku á fundum og tiltøkum eftir tørvi og at skriva frágreiðingar og annað greinandi tilfar. Starvið er samansett og fjølbroytt við nógvum samskifti bæði í Bretlandi og í Føroyum. Virksemi hjá Sendistovuni er á høgum fakligum stigi, og góðir møguleikar eru fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hóskandi útbúgving á minsta lagi bachelorstigi. Dentur verður lagdur á viðkomandi praktiskar arbeiðsroyndir og góðan málkunnleika, bæði í skrift og talu, serliga føroyskt og enskt. Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera nærlagdir, hjálpsamir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og verða til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

Starvsstaðið
Starvsstaðið verður Sendistova Føroya í London, sum er staðsett í donsku sendistovuni til Bretlands, 55 Sloane Street, SW1X 9SR, London.

Setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og er skipað samsvarandi teim reglum, sum eru galdandi í donsku uttanríkistænastuni fyri lokalsett starvsfólk. Útreiðslur í sambandi við flyting, eins og bústaðarviðurskifti annars, eru ábyrgd umsøkjarans. Sendistovan er til reiðar, eftir førimuni, at veita ráð um praktisk viðurskifti á staðnum.

Nærri kunning um starvið
Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kate Sanderson, sendikvinnu í London, á telefon +44 (0) 7770273213 ella +298 551007 ella telduposti kates@ummr.fo.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívrensli eiga at verða sendar til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við telduposti til: ummr@ummr.fo

Umsóknir skulu verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2022 kl. 12.00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið