Magistarafelag Føroya
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
1. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Limatalið í Magistarafelag Føroya hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tí søkir felagið nú eftir skrivara/samskipara at taka sær av skrivstovuvirkseminum, skipa fyri tiltøkum, samskipa virksemið hjá felagnum og aðrar uppgávur.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har høvuðsuppgávurnar verða at:

  • Umsita limaskránna, limagjøld og limaviðurskiftir annars
  • Umsitingarligar uppgávur, so sum skjalhald og bókhald
  • Svara fyrispurningum
  • Fyrireika nevndarfundir og taka lut í og umboða felagið á fundum
  • Samskipa tiltøk
  • Taka lut í strategiska arbeiðnum
  • Og annað fyrifallandi

Starvið verður sett frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði, sum hevur viðkomandi útbúgving ella royndir og/ella innlit í umsiting og málsviðgerð.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
Stinn/ur í føroyskum, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir
Starvið er 1/2 tíð, 20 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.

Starvið verður sett og lønt eftir avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til starv@magistarin.fo. Umsóknir skulu vera Magistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024, klokkan 12.00.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarir eru vælkomnir at venda sær til Marjun Lützen, forkvinnu á tlf. 222988 ella magistarin@magistarin.fo fyri nærri upplýsingar.

Um Magistarafelag Føroya
Magistarafelagið er fakfelag fyri tey við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni á bachelorstøði og/ella hægri. Endamálið hjá Magistarafelagnum er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins. Felagið hevur í løtuni umleið 450 limir. Magistarafelagið er partur av Akademikarafelag Føroya.

Sí meira kunning um felagið á www.magistarin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið