Útgivið
5. august 2022
Útgongur
29. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum skrivari í Granskingarráðnum er leyst at seta frá 15. september 2022.

Starvið er í løtuni hálvtíðarstarv.

Talan er um farloyvisstarv til august 2023.

Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at orða seg skrivliga, er nærlagdur, hevur góð samstarvsevni og evni at tillaga seg til broyttar arbeiðsumstøður.

Uppgávurnar
Uppgávurnar fevna um bókhald, verkætlanarumsiting, heimasíðu og sosialar miðlar, smærri KT-uppgávur, fyriskipan av tiltøkum, journal, umframt annað vanligt skrivstovuarbeiði.

Vit vænta, at tú hevur: skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving talskil og góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði góðar telduførleikar

Vit kunnu bjóða:
Eitt hálvtíðarstarv frá 15. september 2022 ella skjótast til ber Eitt litið arbeiðspláss í hugnaligum umhvørvi Fjølbroyttar uppgávur við frælsi at skipa arbeiðið innan avtalaðar karmar.

Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og lønt í 4. flokki.

Umsóknir
Umsóknarfreistin er 29. august 2022.
Umsóknir við avritum av prógvum v.m. kunnu sendast við telduposti til starv@gransking.fo

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Anniku Sølvará, stjóra, á tel 567803.

Les um Granskingarráðið á gransking.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið