Kaj Andreasen & Co.
Útgivið
28. april 2025
Útgongur
12. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til okkara skrivstovu, at byrja eftir nærri avtalu.

Um starvið:
Sum skrivstovu- og roknskaparfólk kemur tú at hava ábyrgdina av bókhaldi felagsins og starvið umfatar:

  • At hava dagliga bókhaldið hjá felagnum um hendi.
  • At bóka
  • Bankaavstemmingar
  • Skuldarrøkt
  • Ognarrøkt – herundir at fyrireika gjaldingar
  • Innlating av meirvirðisgjald
  • Lønarviðurskiftið og avgreiða lønarflytingar
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði so sum telefonavgreiðsla osfr.

Talan eru um parttíðarstarv á 20 tímar um vikuna frá mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 – 12.00.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og verða nærlagdur og taka ábyrgd.
  • Útbúgving innan roknskaparøkið t.d. skrivstovulæru.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir innan bókhalds- og roknskaparøkið.
  • Neyðugar telduførleikar á brúkarastøði.

Sum partur av toyminum við góðum starvsfeløgum, kemur tú at starvast í eini fyritøku við 45 ára royndum sum veitari, hvar flestu kundar er vinnan.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til Granskoðarfelagið Januar á teldupost: cab@januar.fo innan 12.mai 2025. Vinarliga viðmerk ”Umsókn skrivstovu- og roknskaparfólk til Kaj Andreasen & Co”

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Christinu á Bøgarði á tlf. 551721 ella við at senda teldupost til cab@januar.fo.

Líknandi størv

Skrivstovufólk til Lítlaskúla   Faroe Islands nýtt
14. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið