Útgivið
19. januar 2022
Útgongur
3. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovufólk/bókhaldari

Søkt verður eftir skrivstovufólki at føra bókhald og røkja umsitingina hjá Hvannasunds Havn

Starvið er sett til 10 tímar um vikuna.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • At vera skrivari hjá havnanevndini
  • Bókhald
  • Fakturering
  • Innheinting
  • Samskifti við borgarar
  • Aðrar skrivstovuuppgávur

 Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:

  • Hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald
  • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt

 

Setanar- og lønartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Talan er um 10 tímar um vikuna.

Umsókn
Skal sendast til havn@hvannasund.fo ella Hvannasunds Havn, Sundsvegur 6, 740 Hvannasund

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. februar 2022. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Kommunuskrivstovuna tlf. 452007 ella til Malenu Sivertsen tlf. 221530.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið