Útgivið
8. november 2021
Útgongur
22. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovufólk til Á og Samkeyps handlarnar – hálva tíð

Vit leita eftir skrivstovufólki til okkara Á og Samkeyps handlar at arbeiða hálva tíð.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:

  • Viðlíkahalda vøruskrá og prísir í kassaskipanini
  • Leggja tilboð í kassaskipanina
  • Ymiskt annað í hesum sambandi

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Ert ábyrgdarfull/ur
  • Ert fleksibul
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og ger tingini ordiligt
  • Hevur góðan telduførleika

Starvsstaður kann vera í einum av handlum okkara í Havn, Toftum, Fuglafirði ella Vestmanna.

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Bassa Haraldsen, handilsleiðara, á tlf. 214005, ella senda teldupost til bassi(at)haraldsen.fo

Starvið verður lønt eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv.  Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.ø. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 21. november 2021. 

Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum, ið lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.

Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið, vit stremba ímóti.

Í Á handlunum eru vit tilvitað um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið, og hava vit m.a. sett í verk átakið ”Minka um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo.

Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið