Útgivið
9. december 2021
Útgongur
3. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Skrivstovufólk til TSK

Eitt starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í fyrisitingini á skúlanum er leyst at søkja.

Tíðarskeiðið er frá 1.februar 2022 til 30.apríl 2023.

Tú kemur saman við roknskaparfólki og stjóra at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og heim.

Á skúlanum eru fimm undirvísingareindir: Tøknibreytin, Matvøru-, Metal-, El- og Timburútbúgvingin og Serbreyt við hvør sínum deildarleiðara. Hartil matarhøll og skúlaheim.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • Fíggjarstýring undir stjóranum
  • Fyrireiking og umsiting av próvtøkum
  • Vanliga málsviðgerð
  • Samskifti á sosialu miðlunum
  • Tryggja samskifti millum skúla, myndugleikar og kundar
  • Tænastur í avgreiðsluni

Vit vænta:

  • At tú hevur skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting ella aðra líknandi útbúgving
  • Hevur áhuga í at menna tínar førleikar
  • Hevur góðan kunnleika til KT
  • Ert eldhugað, opin og jalig
  • Brennur fyri støðugari persónligari menning
  • Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og
  • Trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

Vit bjóða

  • Eitt skiftandi og avbjóðandi starv
  • Eitt starv har tú sjálvur kanst forma uppgávurnar
  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagaðar og næmingar

Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið flokkað í III-7.

Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 3.januar, kl.15.00.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Heygavegur 1A FO-700 Klaksvík http://tsk.fo

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið