Lýsing
Vit leita eftir einum álítandi og væl skipaðum skrivstovufólki til bókhaldið at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsstaði á Hoyvíksvegnum í Tórshavn.
Um starvið
Sum skrivstovufólk verður tú ein týðandi partur av bókhaldinum hjá Elding, sum í dag telur trý starvsfólk. Tín høvuðsuppgáva verður tollavgreiðsla, men starvið fevnir eisini um annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.
Uppgávur:
- Tollavgreiðsla
- Kreditorrøkt
- Svara telefon
- Fyrifallandi skrivstovuarbeiði
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi, nágreinilig/ur og trívist við fyrisitingarligum uppgávum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan tollavgreiðslu, tó ikki ein treyt.
- Tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt
- Tú ert væl skipað/ur, og tær dámar væl rutinuarbeiði
- Tú hevur góðan telduførleika og ein fyrimunur er um tú dugir at nýta Business Central
Løn
Løn og treytir sambært avtalu
Ynskir tú at vita meir?
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Oniku Norðgerð, fíggjarleiðara, á telefon 529050 ella umvegis teldupost kon@elding.fo.
Umsókn & freist
Umsókn, prógv og møgulig viðmæli kunnu sendast við telduposti til kon@elding.fo
Umsóknarfreist er 5. juni 2025.