Lýsing
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Námi. Starvið verður sett frá 1. oktober 2025 ella skjótast gjørligt og til 1. november 2026.
Uppgávurnar eru m.a.:
- at røkja móttøkuna í Námi (telefon og vitjandi)
- at fyriskipa fundir og skriva fundarfrágreiðingar
- at fyrireika og avgreiða útlán frá bókasavninum
- aðrar skrivstovuuppgávur.
Vit leita eftir persóni, ið hevur:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Góðan telduførleika (t.d. Office 365, Skjalhald og Búskaparskipan Landsins BSL)
- Góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
- Góð samstarvsevni
- Møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Tú verður partur av fyrisitingini í Námi. Talan er um eitt fulltíðar skrivstovustarv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Um ynski er at arbeiða niðursetta tíð, ber hetta til. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn og samband Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra á tlf. 555150. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. september 2025 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið og fyrisitur próvtøkur. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.