Lýsing
Heilsutrygd søkir eftir einum skrivstovufólki at starvast fulla tíð.
Sum skrivstovufólk á Heilsutrygd, verða uppgávur tínar fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um:
- bókhalds- og roknskaparuppgávur
- at vera við í, og stíla fyri, eftirliti av útreiðslunum hjá Heilsutrygd
- málsviðgerð
- vanligt skrivstovuarbeiði
- at luttaka í øðrum uppgávum á Heilsutrygd eftir tørvi
Vit vænta, at tú hevur:
- skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir
- royndir innan bókhald og roknskap
- góðan teldukunnleika og hug at læra nýggjar skipanir
- góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu
- góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Royndir innan bókhald og roknskap og kunnleiki til Búskaparskipan Landsins, journalskipanina 360 og Office forritini kunnu vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður sett frá 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo
Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:
ella
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. august 2023 kl. 12:00.
Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum,
Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.