FK í Hoyvík
Útgivið
15. oktober 2024
Útgongur
31. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Føroya Keypssamtøka søkir eftir barnsburðaravleoysara til skrivstovu okkara í Hoyvík.

Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir um umsitingarligar og fíggjarligar uppgávur, so sum uppgerð av kassum, fakturering, bíleggingar og at svara kundum og veitarum á telefon og telduposti.

Tú fert at samstarva við starvsfelagar á skrivstovuni og í handlinum hjá Føroya Keypssamtøku.

Um teg
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir skipað og sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og trívist væl við nógvum og fjølbroyttum uppgávum.

Tú dugir danskt og enskt á brúkarastøði.

Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, ella eftir avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Astu Nielsen tlf. 660002, ella á teldupost an@fk.fo.

Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi innan 31. oktober 2024. Umsóknin skal sendast við telduposti til an@fk.fo

Vit viðgera umsóknirnar, so hvørt tær koma inn.

Føroya Keypssamtøka
Brekkutún 9
FO-188 Hoyvík

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið