Lýsing
Vit sóknast eftir einum skrivstovufólki í fast starv at byrja fyrst í 2025 ella eftir avtalu. Arbeiðsstaður er á Smyrilsvegi 7 í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar fevna um alt vanligt skrivstovuarbeiði í breiðari merking, sosum
- Journalarbeiði
- Telefonmóttøka
- Tollavgreiðsla
- Onnur avgreiðsla
- Og mangt annað, ið hoyrir vanligum skrivstovuarbeiði til.
Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini.
Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar
- Skrivstovuútbúgving ella líknandi royndir
- Dugir væl at samskifta á føroyskum
- Dugir at samskifta á enskum
- Hevur góðan telduførleika í breiðari merking
- Koyrikort – er tó ikki eitt krav
Tú hevur áræði, arbeiðir skjótt og gott og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd.
Vit bjóða eitt gott skrivstovustarv, sum fevnir breitt í mun til uppgávurnar hjá okkum. Amboðini eru framkomnar telduskipanir, sosum 360/Skjalhald, Búskaparskipan landsins og aðrar fakskipanir. Alt er í talgildum formi.
Tú gerst partur av einari skrivstovu við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.
Møguleikar eru fyri førleikamenning.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið í 4. flokki. Starvsheitið er journalleiðari.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti á hfs@hfs.fo, ella til Smyrilsveg 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Viðheft skal vera grundgivin umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 12. januar 2025.
Meira fæst at vita við at venda sær til Áka Jacobsen, roknskaparleiðara, á hfs@hfs.fo ella tlf. 556400.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Høvuðsuppgávurnar hjá skrivstovuni er at veita stovninum (eini 50 ársverk) allar uppgávur, sosum fíggjarviðurskifti, journal, kt, telefon osfr. Á skrivstovuni arbeiða íalt 3 fólk.