Hvannasunds kommuna
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
7. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til okkara skrivstovu at byrja eftir nærri avtalu. Talan er um partíðarstarv á 10 tímar um vikuna.

Um starvið:
Sum skrivstovufólk kemur tú at hava ábyrgdina av journalisering, umframt at røkja:

  • Folkskipan
  • Vangan
  • Fyrisitingarligt arbeiði annars

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi og/ella royndir sum skrivstovufólk
  • Góðar telduførleikar
  • Er væl fyri í føroyskum, donskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga
  • Er tænastusinnað/-ur
  • Góðar samstarvseginleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Væl skipað/-ur og virkisfús/-ur
  • Hegni til at dagføra heimasíðu og sosialu miðlar er ynskiligt, men ikki eitt krav

Setanar og lønartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tann, ið settur verður í starvið, eigur at tola broytingar í starvinum. Setanarbrotið er 0,25, starvið er tíðaravmarkað í 2 ár við møguleika fyri, at starvið verður skipað sum fast starv eftir hetta.
Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til hvannasund@hvannasund.fo innan 12.05.25.

Spurningar:
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Beintu Lind Sørensen, kommunuskrivara á tlf. 735899 ella við at senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo

Líknandi størv

Kom í skrivstovulæru   Faroe Islands nýtt
2. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið