Sørvágs Kommuna
Útgivið
20. april 2023
Útgongur
15. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir skrivstovufólki at arbeiða hálva tíð í eitt tíðaravmarkað starv

Sørvágs KommunaLagt út: 19.04.23Umsóknarfreist: 15.05.23

  • Partíðarstarv
  • Tíðaravmarkað starv
  • Faklært
  • Vágar

Søkt verður eftir skrivstovufólki at journalisering og o.a. fyrifallandi arbeiðið í umsitingini.

Starvið er sett til 20 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum frá 01. juni 2023 til og við 31. mai 2024 við møguleika fyri leingjan.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Journalisering í Nema journal
  • Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin

  • hevur skrivstovuútbúgving
  • er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • kann arbeiða sjálvstøðugt

Setanar- og lønartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Umsókn skal sendast til sorvag@sorvag.fo ella sum bræv til

Sørvágs kommunu Varðagøta 8
380 Sørvágur

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. mai 2023.
Um tú ynskir nærri kunning um farloyvisstarvið kanst tú ringja til kommunuskrivstovuna á tel. 363200 ella til Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra á tel. 233200.

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið