Atlantic Airways
Útgivið
5. august 2024
Útgongur
22. august 2024
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfólki, sum dámar væl skrivstovuarbeiði, at skipa uppgávur og at fáa tingini at virka til tíðina. Sum partur av charterdeildini hjá Atlantic Airways sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi og fjølbroyttum starvi.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • røkja og betra skrivstovuarbeiðið á deildini
  • veita kundatænastu í sambandi við leigutúrar B2B
  • skráseta tilboð og sáttmálar
  • seta upp ferðaætlanir
  • samstarva við undirveitarar
  • veita kunning, bæði innan- og uttanhýsis
  • avgreiða aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra handilsútbúgving og/ella vinnuligar royndir
  • ert tænastusinnað/-ur og tekur ábyrgd
  • dugir at byggja upp og skipa mannagongdir
  • hevur góðan teldukunnleika og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit
  • dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
  • megnar at arbeiða við tíðarfreistum

Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er skrivstovu okkara á Vága Floghavn. Løn sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn
Hevur tú hug at søkja? Send okkum umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl við at trýsta her. Umsóknarfreistin er tann 22. august 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnar Jensen, deildarleiðara, tel. 213 786, t-postur: agnar@atlantic.fo , ella Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur: elin@atlantic.fo.

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið