Lýsing
Dámar tær væl at arbeiða við tølum, og vilt tú vera partur av einum spennandi og altjóða arbeiðsplássi í støðugari menning, so er tað møguliga tær, vit leita eftir. Atlantic Airways søkir eftir einum fyrikomandi og ábyrgdarfullum starvsfólk til okkara charterdeild.
Um starvið
Sum partur av charterdeildini kemur tú at gera útrokningar og fylgja kostnaðum við leiguflúgvingum bæði í samband við at geva tilboð og at eftirmeta, og annars eisini at vera við til at loysa allar dagligar uppgávur á deildini. Deildin tekur sær av leiguflúgving og at samskipa ferðaætlanina hjá Atlantic Airways.
Tínar høvuðsuppgávur fara millum annað at vera:
- At rokna tilboð og eftirrokna kostnaðir í samband við leiguflúgvingar
- At skráseta fyrispurningar, tilboð, sáttmálar og flúgvingar
- At samstarva við kundar og veitarar
- At gera hagtøl og frágreiðingar
Vit vænta, at tú...
- Hevur góðan teldukunnleika og hug til at seta teg inn í nýggj forrit
- Arbeiðir sjálvstøðugt, nágreiniliga og tekur ábyrgd
- Arbeiðir skipað og heldur tíðarfreistir
- Dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
- Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra handilsútbúgving og/ella vinnuligar royndir
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv har tú verður partur av eini framsøknari deild við dugnaligum starvsfeløgum, sum við eldhuga greiða sítt arbeiði úr hondum.
Starvsstaður o.a.
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á Vága Floghavn. Talan er um fulltíðarstarv við setan skjótast tilber. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.
Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).
Vilt tú vita meira?
Nærri kunning um starvið fært tú við at venda tær til Agnar Jensen, deildarleiðara, á tlf. 213786 ella telduposti agnar@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, starvsfólkaleiðara, á tlf. 213702 ella á heidig@atlantic.fo
Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta á “SØK STARVIД. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. august 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.