Lýsing
Virksemi á Landssjúkrahúsinum er nógv økt seinastu árini, og fer virksemi hjá Felagsgoymsluni tí at flyta í nýggja H bygningin. Í sambandi við flytingina í nýggju hølini, verður nógv av núverandi arbeiðsuppgávum umskipað og nýggjar mannagongdir skulu setast í verk.
Í sambandi við hesa tilgongd verður hervið søkt eftir dugnaligum skrivstovufólki til áhugavert og sjálvstøðugt starv á Felagsgoymsluni á Landssjúkrahúsinum.
Starvið er fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.10.2023 ella eftir avtalu.
Fyrsta árið er títt høvuðsábyrgdarøkið, at vera við í samskipanini at flyta virksemi hjá Felagsgoymsluni í H bygningin. Virksemið í nýggju felagsgoymsluni, har bæði nýggj sterilgoymsla og vørulyfta verður partur av nýggju arbeiðsgongdini, skal skipast av nýggjum. Arbeiðsuppgávurnar eru tí eisini at vera við til at skipa og menna nýggjar arbeiðs- og mannagongdir saman við øðrum starvsfólkum í Sjúkrahúsverkinum.
Dagliga virksemi á Goymsluni heldur fram meðan flutt verður. Tú fert tí eisini at hava um hendi uppgávur í sambandi við fakturering og innkeyp av vørum til Sjúkrahúsverkið. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið. Títt arbeiðspláss verður tí, til alt virksemi er flutt, at starvast bæði í núverandi Felagsgoymsluni á Eirargarði og í H bygninginum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Leggja til rættis (fyrireika) og samskipa ymiskar uppgávur
- Fakturering
- Innkeyp
- Bókhald
- Avgreiðsla av fyrispurningum umvegis bæði telefon og teldupostum
- Avgreiðsla og samskifti við uttanhýsis viðskiftafólk
- Aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur á Felagsgoymsluni
Førleikar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir ella útbúgving innan skrivstovuøkið og bókhald. Viðkomandi arbeiðsroyndir kunnu eisini vera ein fyrimunur.
Fyri at trívast og eydnast í hesum starvinum skalt tú harumframt:
- Hava góð samstarvs- og samskiftisevni, har tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum
- Duga at arbeiða skipað og halda ásettar tíðarfreistir
- Vera álítandi og fyrikomandi
- Harafturat er tað er ein treyt, at tú hevur góðar KT førleikar. Vit nýta skipanina Microsoft Dynamics AX, og er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú dugir at brúka hesa skipanina
Um okkum
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum, og har tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til deildarleiðaran á Felagsgoymsluni Bjarna Hentze Samuelsen, teldupost bjasa@ls.fo ella á telefon 234595.
Umsóknarfreistin er tann 11.08.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.