Lýsing
Eitt starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í fyrisitingini á TSK er leyst at søkja.
Tíðarskeiðið er frá 1. august til 30. juni 2027.
Tú kemur saman við skrivstovufólki, bókhaldara og stjóra at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og heim.
Á skúlanum eru fimm undirvísingareindir: Tøknibreyt, Matvørudeild, Maskin-, El-, Timbur- og Serbreyt við hvør sínum deildarleiðara. Har til er matarhøll og skúlaheim.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- Vanlig málsviðgerð
- Fyrireiking og umsiting av próvtøkum
- Uppgávur undir bókhaldaranum
- Tryggja samskifti millum skúla, myndugleikar og kundar
- Tænastur í avgreiðsluni
Vit vænta at tú:
- hevur áhuga í at menna tínar førleikar
- hevur góðan kunnleika til KT
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga
- hevur góð samstarvsevni og
- kanst arbeiða við skiftandi uppgávum
Vit bjóða:
- Eitt skiftandi og til tíðir avbjóðandi starv
- Eitt starv, har tú sjálv/ur kanst tillaga uppgávur
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfelagaðar
Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 24. apríl, kl.15.00.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Mýrivegur 2, FO-700 Klaksvík