Gist & Vist
Útgivið
9. december 2025
Útgongur
21. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú førleikarnar og áhuga fyri starvsfólkaviðurskiftum? Dugir tú væl at samskifta við starvsfólk, og dámar tær ein fjølbroyttan og sosialan arbeiðsdag?
So hevur tú møguleikan at gerast ein partur av okkara frálíku fyrisiting hjá Gist & Vist.

Um starvið
Tú fært, í tøttum samstarvi við rakstrarstjóran, ábyrgdina av:

  • Arbeiðs- og uppihaldsloyvum
  • Lærlingum og samskifti við yrkisdepilin og skúlaheim.
  • At vegleiða í ymiskum starvsfólkviðurskiftum.
  • Upprætta starvsfólk í skipanum og skráseta feriu.
  • Viðkomandi uppgávum í sambandi við rakstrar- og lønarumsiting.
  • Øðrum fyristingarligum uppgávum í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini í fyrisitingini.

Vit vænta av tær

  • Tú ert væl skipað/ur, tú ert nærløgd/nærlagdur, tú skilir tøl og hevur gott yvirlit, eisini tá tað er nógv at gera.
  • Tú ert fleksibul, umstillingsfør/ur og fyrikomandi.
  • Tú ert trygg/ur í at samskifta á enskum, bæði á skrift og í talu.
  • Tú hevur góðan KT førleika og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • Royndir innan starvsfólkaviðurskiftir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða tær

  • Ein frálíkan starvsstað á Hotel Føroyum.
  • Ein góðan og sosialan arbeiðsdag saman við 10 starvsfeløgum í fyrisitingini hjá Gist & Vist.
  • Atgongd til venjingarhøli og aðrar starvsfólkafyrimunir.

Løn og setanartreytir
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á skrivstovuni á Hotel Føroyum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Vit ynskja at seta rætta viðkomandi skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir rætta umsøkjara.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast til karinj@gistogvist.fo. Freistin at søkja er 21. desember, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Karin Jóannesardóttir, rakstrarstjóra á tlf. 227549 og karinj@gistogvist.fo.

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið