Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi á bókasavninum?
Nú hevur tú møguleikan, tí vit hava brúk fyri starvsfólki til farloyvisstarv frá 1. februar 2026 til 1. august 2026. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.
Sum partur av okkara toymi kemur tú millum annað at:
- klárgerða bøkur
- arbeiða í avgreiðsluni
- umframt annað fyrifallandi arbeið
Tað er umráðandi at tú hevur góðan telduførleika og dugir at arbeiða sjálvstøðugt við teimum uppgávum sum eru á bókasavninum.
Sum persónur ert tú ágrýtin og fyrikomandi, og dugir væl at samskifta við bæði børn og vaksin.
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið og
arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella hevur tú hug at fáa fleiri upplýsingar kanst tú venda tær til Anniku Egholm, býarbókavørð á tlf. 455757
Umsókn skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 5. januar 2026, og tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið her”, ið er niðast á síðuni.