Landsbókasavnið
Útgivið
5. maj 2022
Útgongur
19. maj 2022
Staður
J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir skrivstovufólki at byrja 15. juni ella skjótast til ber.

Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið og hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So ert tú møguliga tann vit søkja eftir.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um

  • at starvast í móttøkuni
  • at umsita bókasavngjaldið
  • at umsita goymslurnar á stovninum
  • annað skrivstovuarbeiði

Førleikakrøv

  • viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið
  • góðan tænastuhugburð
  • Góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • góðan teldukunnleika. Kunnleiki til Excel er ein fyrimunur
  • góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í einum spennandi bókasavnsumhvørvi í menning. Í løtuni eru vit 20 starvsfólk ið mynda stovnin.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 15 juni 2022. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er hósdagin 19. mai 2022.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 340511

Hevur hetta áhuga kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til: Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Stutt um Landsbókasavnið
Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið