Føroya Politi
Útgivið
7. april 2023
Útgongur
10. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til eitt fyrisitingarligt starv á Leiðsluskrivstovuni, sum er ein nýggj deild hjá Føroya Politi.

Uppgávurnar hjá Leiðsluskrivstovuni fevna m.a um:
· at stuðla leiðsluni i hennara virksemi
· at handfara løgfrøðiligar uppgávur, sum ikki eru revsirættarligar
· samskifti, kunning og fjølmiðlar
· innaneftirlit, váðastýring, góðskutrygging, hagtøl og greiningar
· stuðlandi eind fyri verkætlanum

Tín uppgáva verður at styðja uppundir virksemið á Leiðsluskrivstovuni, m.a. við at:
· umsita postin og skráseta mál v.m.
· hjálpa við innlitsmálum
· fyrireika fundir, fundartilfar og tiltøk
· umsita heimasíðu
· seta upp kunningartilfar, framløgur o.l.
· tola broytingar í arbeiðsuppgávunum

Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi. Tú dugir væl at samskifta, ert røkin og tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni. Umframt góðar málførleikar hevur tú hollar telduførleikar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur samskiftisførleikar á grafiska og tøkniliga økinum.

Starvið
Starvssetanin er á Leiðsluskrivstovuni hjá Føroya Politi. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna, og starvið verður sett sambært sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Biritu Biskopstø, stjóra á Leiðsluskrivstovuni, telefon 218032.

Trygdargóðkenning frá PET krevst fyri at blíva sett/ur í starvið.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2023 kl. 12.00.

Umsókn
Umsókn skal sendast til politiið saman við lívsrensli, prógvi og møguligum øðrum skjølum við telduposti á: fo-personalekontor@politi.dk.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið