LEKS ADVOKATFIRMA
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
15. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum skrivstovufólki at arbeiða fulla tíð. Starvið kann eisini verða sett til niðursetta tíð, um ynski er um tað.

Uppgávurnar fevna um allar vanligar skrivstovuuppgávur á einari advokatskrivstovu. Hesar eru m.a. móttøka av kundum, svara telefonum, áseta og gera klárt til fundir, tilevnan og avgreiðslu av ymiskum skjølum, ymiskt samskifti, og annars at vera advokatunum til hjálpar á ymsan hátt. Talan er um eitt fjølbroytt starv við nógvum og ymiskum uppgávum innanfyri eitt spennandi virkisøki

Vit vænta, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving, Hægri Handilsskúla (búskaparbreyt) ella líknandi
  • Arbeiðir sjálvstøðugt
  • Ert sera vælskipað/-ur
  • Hevur góðar málsligar førleikar bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum (enskt er ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
  • Ert fleksibul og trívist í einum starvi, har uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar
  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan bókhald. Hetta er tó ikki eitt krav
  • Kanst brúka Office-pakkan á brúkarastøði

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett til fulla tíð, sum er 39 tímar um vikuna (íroknað matarsteðg). Starvið kann eisini verða sett til niðursetta tíð, um ynski er um tað. Endaliga tímatalið verður tillagað eftir tínum ynskjum. Starvið verður lønt eftir viðkomandi starvsroyndum og við eini kappingarførari løn. Starvið verður sett skjótast tilber, og annars eftir nærri avtalu.

Umsóknir og samband

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annfinn V. Hansen, advokat, á tlf. 239590.

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skulu sendast til advokat@advokat.fo. Umsóknarfreistin er 15. desember 2022.

LEKS Advokatfirma er ein felagsskapur millum advokatarnar Annfinn V. Hansen, Jens Andrias Vinther, Brandur Ellingsgaard og Janus Rein. Sí annars heimasíðu okkara advokat.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið