Lítliskúli
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
5. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir skrivstovufólki, sum hevur hug at vera partur av okkara eldhugaða toymi og lítla skúla, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um partíðarstarv á í miðal 10 t um vikuna.

Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan er at skipa og reka skrivstovu skúlans í tøttum samstarvi skúlaleiðara.

Arbeiðsuppgávur fevna um vanligt skrivstovuarbeiði so sum:

  • Telefon- og teldupostsamskifti og avgreiðslu
  • Samskipan av fundum o.l.
  • Fyrisitingarligt arbeiði
  • Innkeyp av undirvísingartilfari
  • Umsita høilsleigu/nýtslu
  • Ymiskt fyrifallandi

Vit bjóða eitt lívligt arbeiðspláss, sum er fult av glaðum næmingum og vaksnum. Vit hava ein góðan felagsskap og leggja stóran dent á trivnað!

Førleikakrøv

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi og/ella royndir sum skrivstovufólk
  • Góðar telduførleikar
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu, og er tænastusinnað/-ur
  • Góðar samstarvseginleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Væl skipað/-ur og virkisfús/-ur
  • Hegni til at dagføra heimasíðu og sosialu miðlar skúlans er ynskiligt, men ikki eitt krav

Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í lønarflokki 4.

Starvsbrøkurin er 0,25. Feria og frítið fylgir skúlaárinum. Barnaváttan krevst við setan.

Umsóknarfreistin er mánadagin 5.mai 2025.
Umsókn og lívsrensl skulu sendast til skúlaleiðara í Lítlaskúla, Gunvør Hofgaard á litliskuli@skulin.fo. Spurningar til starvið kunnu stílast til skúlastýrislim, Sunnuvu Bæk á tlf. 210547.

Um Lítlaskúla
Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin. Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli og frítíðarskúli renna saman í eina heild. Á skúlanum starvast lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, køksfólk, vaskifólk og skjótt eitt skrivstovufólk. Her ganga 80 børn í skúla frá forskúla til 6.flokk.

Les meira á www.litliskuli.fo

Líknandi størv

Starvsfólk til 62°N Bilaleigu   Faroe Islands nýtt
28. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið