Lýsing
Vit leita eftir einum ágrýtnum og væl skipaðum skrivstovufólki til maskinumsitingina hjá Landsverki.
Um starvið
Sum skrivstovufólk í maskinumsitingini verður tú partur av goymslutoyminum hjá Landsverki, ið umframt at umsita goymsluna hjá smiðjunum eisini avgreiðir alla tolling fyri Landsverk. Tú fert at hava nógv samskifti, bæði við fíggjardeildina, aðrar starvsfelagar og við veitarar. Á goymslutoyminum leggja vit dent á tænastusinni, eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og ein jaligan arbeiðsanda, har tað er bæði stuttligt og mennandi at vera.
Arbeiðsuppgávur
Alt eftir tínum áhuga, førleikum og royndum, fara tínar arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum at fevna um hesi økir:
- Fakturering
- Kontering
- Tolling
- Dagføra yvirlit yvir rakstrargøgn
- Senda tilboðsfyrispurningar í sambandi við innkeyp
- Annað fyrifallandi goymsluarbeiði
Eisini fert tú at gera mánaðarlig eftirlit og avstemmingar fyri fíggjardeildina. Í hesum sambandi verður møguleiki at sita á skrivstovuni Yviri við Strond, Tórshavn, um tørvur er á tí.
Arbeitt verður fyri tað mesta í Business Central (Navision), Búskaparskipan Landsins og Excel.
Um teg
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan uppgávurnar omanfyri
- Tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum
- Tú ert væl skipað/ur, og at tær dámar væl skrivstovuarbeiði
- Tú hevur góðan telduførleika og dugir at nýta Office
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar
- Tú hevur miðnámsútbúgving ella skrivstovuútbúgving og hevur koyrikort
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Tú mást eisini tola broytingar í starvinum, og at tað kann verða umskipað til at fevna um aðrar uppgávur.
Arbeiðsstaðurin er í maksinmiðstøðini í Kollafirði. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. desember 2024.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla Olsen, goymsluleiðara á tlf. 290 756 ella telduposti atol@lv.fo.