Mentanargrunnur Landsins
Útgivið
3. september 2024
Útgongur
1. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Mentanargrunn Landsins. Talan er um tríkvartstarv (30 tímar um vikuna).

Mentanargrunnur Landsins

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum. Mentanargrunnur Landsins umsitur starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul og stuðul til ymiskar verkætlanir og styttri skeið til listafólk.

Grunnurin verður umsitin av 5 manna nevnd. Landsstýrisfólkið í mentamálum velur forfólk, næstforfólk og ein nevndarlim. Tveir nevndarlimir verða settir eftir tilmæli frá LISA, Listafólkasambandi Føroya. Nevndin viðger innkomnar stuðulsumsóknir og annað á nevndarfundum. Grunnurin umsitur tilsamans góðar 10 mill. kr. (2024).

Mentanargrunnurin heldur til á Lützenstrøð 4 í Havn.

Starvið

Uppgávur skrivarans eru at taka ímóti og fyrireika umsóknir til nevndarfundir, at føra gerðabók grunsins og taka sær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði. Skrivarin skipar lønargjaldsumbønir, umsitur fundarpening, bókar rokningar og ávísingar til inn- og útlond. Harumframt setur skrivarin saman hagtøl til heimasíðuna.

Ein nýggj umsitingarskipan er í umbúna, eins og heimasíðan verður dagførd. Skrivarin verður partur av hesum arbeiði.

Skrivarin er einsamalt starvsfólk í grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við forfólk grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú

  • hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir
  • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum
  • hevur gott sjálvstøðugt arbeiðslag
  • ert ábyrgdarfull /ur og røkin
  • ert teldukøn/ur
  • hevur góð evnir at samskifta og samstarva
  • hevur innlit í grundleggjandi roknskap

Innlit í fyrisitingarlóg kann vera ein fyrimunur, men er ikki krav.

Setanartreytir

Starvið verður sett 23. oktober 2024, ella skjótast til ber eftir hetta. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skula vera Mentanargrunni Landsins í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2024 á miðnátt. Umsóknir skula sendast til umsokn@mentanargrunnur.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnu Mentanargrunn Landsins á telefon 217321 (bert millum kl. 18 og 20), við at ringja til skrivstovu grunsins á telefon 220845 ella á teldupost umsokn@mentanargrunnur.fo. Víst verður til heimasíðu grunsins www.mentanargrunnur.fo

Mentanargrunnur Landsins
Postboks 3198
Lützenstrøð 4
100 Tórshavn

www.mentanargrunnur.fo

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið