Lýsing
P/F Poul Michelsen søkir eftir ágrýtnum, virknum og fyrikomandi persóni við skrivstovuútbúgving ella royndum innan skrivstovu, at arbeiða 40 tímar um vikuna, til ordradeild okkara. Viðkomandi skal trívast í einum umhvørvið við nógvari ferð og kunna hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Starvsøkið er í høvuðsheitum kundatænasta, telefonsøla og annað skrivstovuarbeiði. Løn sambært avtalu.
Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn til starvið við avritum av prógvum, Cv og viðmælum til P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadr. starv@pm.fo
Umsóknarfreistin er 17.09.2024. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Vinarliga vend tær til Leonu Ellefsen, HR-Leiðara á tlf. 764625, ella teldupostadr. leona@pm.fo um tú hevur spurningar til starvið.