Lýsing
Vælkomin til eitt dynamiskt starvsstað, har tú, saman við 100 starvsfeløgum, skalt fáa putlispælið at liggja væl.
Okkum tørvar eitt starvsfólk á skrivstovuni, sum klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, til at hjálpa okkum við at fáa gerandisdagin at samspæla so væl sum til ber. Vit hava nógv starvsfólk uttanlands, i arbeiða fyri at veita kundunum okkara bestu tænastu, og okkum tørvar teg, ið kann verða við til at samskipa uppgávurnar.
Um teg
Tú samskiftir væl og natúrligt í skrift og talu. Tær dámar væl at tosa við kundar og starvsfelagar, og fyri teg er tað avgerandi, at allar avtalur verða avgreiddar til tíðina.
At samskipa ferðing hjá okkara starvsfólkum er eingin trupulleiki, tí tú hevur gott yvirblikk.
Tú trívist í einum starvi, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar. Onkrar dagar situr tú við teldu og skrásetur dátur, meðan aðrir dagar eru meiri fjøltáttaðir og uppgávurnar tá meiri avbjóðandi.
Førleikakrøv
- Skrivstovuútbúgving ella líknandi
- Førleikar at samskifta í skrift og talu á skandinaviskum
- Góðir KT-førleikar
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Nakað fyri teg?
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Anju Jacobsen, dagliga leiðara okkara, á aj@pam.fo ella á tel. 79 11 39.
Søk starvið her: https://mest.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/88
Vit eru PAM Offshore Service
Vit eru eitt dótturfelag hjá MEST, stovnað í 1998 við endamálinum at veita elektrikarar mekanikarar og rørleggjarar til oljuvinnuna.
Í dag eru vit umleið 100 dugnalig starvsfólk í Noregi, sum tæna stórum fyritøkum í vinnuni, og vit leggja dent á at byggja upp góð samstarv við kundar okkara.