Útgivið
29. august 2022
Útgongur
11. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski deplin søkir eftir einum skrivstovufólki til setan 01.11.2022 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á 35 tímar um vikuna.

Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og innleggingareindir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum arbeiða í tøttum samstarvi. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Vit arbeiða alla tíðina við betran av okkara tænastum og nýta háttalagið Quality Improvement (QI).

Sum skrivstovufólk kemur tú at arbeiða í okkara fyrisiting og saman við øðrum at móttaka, innkalla og skráseta sjúklingar. Harumframt at taka tær av telefonavgreiðslu, endurnýggjan av reseptum, postavgreiðslu og øðrum fyrifallandi uppgávum.

Tú verður við til at mynda okkara andlit úteftir og tí er avgerandi at tú megnar ein jaligan hugburð í samskiftinum við sjúklingar og aðrar samstarvsfelagar okkara.

Psykiatriski depilin flytir í komandi ári í nýggja H-bygningin og verður tú tá við til at skipa og tillaga arbeiðsuppgávurnar, so tær hóska til okkara nýggja gerandisdag.

Førleikar

  • Útbúgving sum skrivstovufólk.
  • Fleksibilitet og at tú megnar interprofessionelt samstarv.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir, tænastusinni og at tolir skiftandi arbeiðsuppgávur.

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Felags innleiðslu.
  • Tú verður partur av einum skrivaratoymi við 5 læknaskrivarum og 1 heilsuskrivara.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Lailu Jacobsen á tlf. 304500 – lokal 4109 ella t-post laija@ls.fo ella leiðandi yvirlækna Tormóð Stórá á tlf 304500 – lokal 4100.

Umsóknarfreistin er tann 11.09.2022.

Vinarliga søkt starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið