Sambandsflokkurin
Útgivið
21. marts 2023
Útgongur
10. april 2023
Staður
Christiansborg 1240 København K, Denmark
Starvsstaður
T-post
jogvan.dimun@ft.dk

Lýsing

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum skrivstovufólki at byrja á skrivstovuni 1. mai ella sum skjótast til ber.

Sum skrivstovufólk hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Starvsfólkahópurin hjá okkum arbeiðir tætt saman, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum á skrivstovuni á Christiansborg.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Arbeiðir sjálvstøðugt
  • Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini
  • Ert ábyrgdarfull/fullur

Praktiskar upplýsingar
Talan er um eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá Sambandsflokkin á Fólkatingi, sum liggur á Christiansborg í Keypmannahavn.

Lønin verður sett sambært avtalu.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Jógvan Jall í Dímun á teldupost: jogvan.dimun@ft.dk í seinasta lagi 10. apríl 2023. Skriva “Skrivstovufólk” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi og sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Jall á tlf.+45 6162 4471.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið