Tvøroyrar Kommuna
Útgivið
6. maj 2022
Útgongur
5. juni 2022
Staður
Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tvøroyrar kommunu søkir eftir skrivstovufólki at føra bókhald og røkja umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu.

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt og tú dugir at arbeiða við teldu og kanst avgreiða skrivstovu- og málsviðgerðaruppgávur.

Fyrimunur, um enn ikki krav er at hava starvsroyndir við  bókhaldsskipanina  Microsoft Dynamics NAV, lønarskipan løttløn, Public 360° málsviðgerð og førleikar at nýta Microsoft Office 365.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Bókhald
  • Fakturering
  • Lønarbókhald
  • Skjalhald
  • Samskifti við veitarar, starvsfólk og borgarar
  • Aðrar skrivstovu- og avgreiðsluuppgávur eftir tørvi

Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar pr. viku  og verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Skrivstovustarvið er partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, við tilvísing til fíggjarleiðaran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.

Starvið verður at seta 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fæst at vita
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara á tlf. 226013.

Umsókn
Send okkum umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir umvegis leinkjuna niðanfyri.

SØK HER

 

 

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi, í seinasta lagi leygardagin 28. mai 2022 kl. 12.00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.  Til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 

Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1778 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið