Útgivið
18. juli 2022
Útgongur
17. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og nærløgdum skrivstovufólki. Starvið er á umsitingardeildini, sum m.a. tekur sær av journal, roknskapi, lønum og móttøku. Høvuðsuppgávan er journalisering, men viðkomandi skal eisini taka lut í øðrum uppgávum á deildini. Starvið skal setast skjótast gjørligt.

Vit vænta:
At tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving, men fólk við hóskandi royndum kunnu eisini søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá journalarbeiði, serliga 360, og bókhaldi. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, ert ábyrgdarfull/ur og hevur góð samstarvsevnir.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og fevnir um journalisering og aðrar skrivstovuuppgávur v.m.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er flokkað í 2. til 4. lønarflokki alt eftir útbúgving.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast sum teldupostur til starv@us.fo. Viðmerk: ”Skrivstovufólk”

Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 3. august 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jackline Simonsen, fíggjarleiðara á telefon 342400.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið