Lýsing
Uttanlandstænastan søkir eftir skrivstovufólki til setan frá 01. Januar 2024. Talan er um fast starv á 30 tímar um vikuna í dagtímunum millum kl. 8.00-16.00.
Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein týðandi uppgáva, sum vit loysa í samstarvi við starvsfeløgum á Uttanlandstænastuni, á ymisku deplunum á Landssjúkarhúsinum og øðrum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Samstarva við deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og ymisk sjúkrahús uttanlands
- Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
- Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
- Avgreiða ferðaskjøl og innkallingar
- Verða partur av starvsfólkatoyminum, sum arbeiðir við at menna sjúklingagongdir
- Avgreiða ferðaendurgjald
- Ymiskar bókhaldsuppgávur
- Umsita kautiónir og umbønir
- Søkja um adm. cpr til sjúklingar
- Gera avtalur um fráferðir í Kapellinum
- Ráðgeva um og avgreiða avrokningar av útlendingum
- Gera hagtøl fyri Uttanlandsviðgerð
- Aðrar fyrisitingarligar uppgávur á Uttanlandstænastuni
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv, sum tú verður við til at menna í samstarvi við onnur
- Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og gott arbeiðsumhvørvi
- Tætt samstarv við ymiskar yrkisbólkar
- Góða innleiðslu
Førleikakrøv hjá tær:
- Skrivstovuútbúgving
- Royndir við fyrisitingarligum og fíggjarligum arbeiði á sjúkrahúsi er ein fyrimunur
- Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Megnar at hava fleiri uppgávur í senn og at arbeiða skjótt, tá uppgávan krevur tað
- Góð evni at samskifta
- Ert opin, tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
- Góðan telduførleika
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvør Justinussen, Deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 507672 ella teldupost ingju@ls.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 3. desember 2023.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Les um okkara visión, missión og strategimál her.