Visit Faroe Islands
Útgivið
11. maj 2023
Útgongur
22. maj 2023
Staður
Gonngin 9, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
guri@visitfaroeislands.com

Lýsing

Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða fulla tíð. Visit Faroe Islands arbeiðir við at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.

Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar vanligar skrivstovu uppgávur, har tú kemur at taka ímóti og avgreiða fyrispurningar á telefon, telduposti og teimum sosialu miðlunum, senda kunnandi tilfar út og annars fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Harímillum m.a. hjálpa til í sambandi við ymisk tiltøk og átøk, eins og hjálpa til við pørtum av bókhaldsarbeiðinum.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit leita eftir tær sum:

  • Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
  • Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • Tú verður partur av einum toymi við 10 starvsfólkum, sum saman við vinnuni, myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkalandi eins og innlendis menningina.

Løn og setanartreytir
Farloyvisstarv í 1 ár, ið møguliga kann gerast eitt fast starv. Tú verður lønt/ur eftir sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til guri@visitfaroeislands.com, ella til:

Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard, Gongin 9, 100 Tórshavn

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 22. mei 2023. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið