Kirkjuliga Heimamissiónin
Útgivið
7. april 2023
Útgongur
28. april 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Kom og ger mun á einum spennandi arbeiðsplássi!

Søkt verður eftir skrivstovulærlingi til skrivstovuna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um lærupláss til “skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting". Skrivstovan er í Leguhúsið í Nesvík.

Arbeiðið umfatar m.a.
• Vanligt skrivstovuvirksemi m.a. at svara telefon og telduposti
• Bókhald
• Annað fyrifallandi skrivstovuvirksemi

Persónligir eginleikar
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)
• tað er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt, um tú hevur grundleggjandi grafiskar førleikar og dugir at brúka Canva.

Vit bjóða tær
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• eitt spennandi og fjølbroytt starv
• løn og setanartreytir eftir sáttmála

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo
Umsóknarfreistin er 28. apríl 2023.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo

Líknandi størv

4. juli 2025
2. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið